Enniberg fiskaði 100 tons av svartkalva í trý døgn

 Enniberg kom á Havnina í gjáramorgunin við 100 tonsum av svartkalva, sum teir hava fiskað við Vestur-Grønland, teir høvdu bert loyvi at fiska 100 tons og tað tók teimum trý døgn.

Vit tosaðu við skiparan Sonny Johannesen fyri løtu síðan, hann segði at havið kókaði í svartkalva, tað seinasta hálið gav 35 tons. 

Tey grønlendsku skipini hava rokfiskiskap í løtuni.

Tað vóru 24 mans við hendan túrin.

Veiðan varð landað í Havn í gjár. Nú verður riggað til at fara í Barentshavið, har teir skulu fiska tosk, ætlandi fara teir avstað leygardagin, segði Sonny Johannesen, tá verða tað 35 mans við Enniberg.