Elias á Skipagøtu skiftir í summar til svenska meistaraliðið


Portal.fo skrivar: Komandi kappingarár skal Elias Ellefsen á Skipagøtu hava heimavøll nærhendis, har hann veruliga sló sítt navn fast á evropeiska hondbóltspallin seinasta summar. Árið fyri varð hoyvíkingurin, sum bert 16-ára gamal, kosin at vera besti spælskipari í EM-kapping fyri U18 landslið í Georgia, har hann eisini skeyt triðflest mál (52) Tað var tó í European Open í Göteborg í fjør, at Elias veruliga staðfesti sínar dygdir á altjóða støði. Hann varð mest virðismikli leikari og toppskjútti í kappingini, sum Føroyar vunnu á sera flottan hátt.



Í summar kom Elias á Skipagøtu heim til føroyskan hondbólt og H71 eftir eitt væleydnað ár á hondbóltsakademii í Skanderborg. Við Portalin segði hann, at ætlanin var at spæla eitt ár í Hoyvík, men at steðgurin ikki skuldi vera langur, tí yrkishondbóltur var málið. Nú er greitt, hvar hondbóltsframtíðin hjá dugnaliga spælskiparanum liggur, les meira her.