Eli Hentze: Vit skulu avrika væl



FSF: Føroyska U21-landsliðið hevur fyrireikað seg væl til dystin móti Finnlandi. Men um úrslit skal náast, so krevst at allir avrika væl, sigur Eli Hentze í samrøðu við FSF Varpið



Fríggjadagin 8. juni klokkan 17:00 tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Finnlandi á Svangaskarði á Toftum.




Hópurin hevur havt tilsamans tríggjar venjingar síðani týsdagin. Mikudagin varð vant á Ovara vølli í Gundadali, og tá fekk FSF Varpið orðið á Eli Hentze, ið saman við hjálparvenjaranum, Hegga Samuelsen, hevur ábyrgdina av liðnum.




Sambært venjaranum, so verður hetta eitt øðrvísi lið, í mun til dystin í Finnlandi, sum endaði 1-1, sum føroyska liðið fer at møta hesaferð, og skulu stig vinnast, so krevst, at allir avrika væl.




Øll samrøðan við Eli Hentze sæst í sjónmiðilinum niðanfyri.