Elektrondeildin: VÍF vann stórsigur á Stjørnuni

 Dysturin í Elektrondeildini í Vestmanna í dag, har VÍF tók ímóti Stjrørnuni gjørdist ein stórsigur til VÍF, sum vann 30-17 eftir hálvleiksstøðuna 18-7.

Tað sást beinanvegin at VÍF ætlaði at vinna stórt á ungu klaksvíksgentunum í dag, munurin var longu 8-2 eftir at 9 minuttir vóru leiktir av dystinum - dysturin var longu tá avgjørdur.

Hálvleiksstøðan gjørdist 18-7.

Í seinna hálvleiki var meira javnt - VÍF vann seinna hálvleik 12-10.

Móti endanum av dystinum var ein av stjørnuleikarunum borðin út av vøllinum, eftir at hon fekk skaða í nakkan.

VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Viviann Petersen, Tóra Seloy 9, Durita Ljósstein 1, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 4, Durita Christophersen 4, Rakul Joensen, Halla Durhuus, Daniella Joensen 2, Gurðið Poulsen, Randi Virgarsdóttir 1, Eilin Hansen 6 og Agnas Olsen 4.

Stjørnan: Raluca Ungureanuu, Gudny Johannesen 1, Jansy Jacobsen 2, Ella Petersen 1, Mina Sirdal 4, Ana-Maria Ecatexinescu 4, Jórun Nielsen, Hervør Olsen 1, Jóhanna í Króki, Lovisa Lassen 3, Kristina Poulsen 1 og Edith Hansen 1.

Støður:

5. min. 3-2

10. min. 8-3

15. min. 12-3

20. min. 16-4

25. min. 17-6

30. min. 18-7

35. min. 19-9

40. min. 22-10

45. min. 25-11

50. min. 26-12

55. min. 28-13

60. min. 30.17.

Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen.

Áskiðarar: 250.


Ì Elektron-deildini er tveir aðrir dystir leiktir í dag. Neistin og Kyndil leiktu í Havn, tann dystin vann Kyndil 21-24 og í Vági leiktu VB ímóti StÍF, tann dysturin endaði við javnleiki 27-27.

Sí eisini: AA-deildin: KÍF vann toppdystin í Vestmanna.

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil122732145919
2VÍF123192556418
3Neistin112662481813
4VB12308301712
5StÍF11230304-745
6Stjørnan12248322-743