Eingin fiskur boðin út á Fiskamarknaðinum í dag

Øll skipini komu inn undan óveðrinum leygardagin, tey landaðu í gjár, tí er eingin fiskur boðin út á Fiskamarknaðinum í dag.


Samandráttur fyri komandi viku.



LínuskipFýra línuskip eru til fiskarí undir Føroyum. Eitt fiskar tosk og hýsu, tvey fiska mest longu og tosk og eitt fiskar mest tosk og svartkalva. Eitt landar mánadagin, meðan hini landa seinni í vikuni. Eitt fiskar við Ísland, men tað er kanska ivasamt um hann landar í vikuni. Tvey frystilínuskip fiska undir Føroyum. Fleiri línuskip liggja við bryggju, men fara út tá veðru batnar.



Útróður: Streymurin verður harður tað mesta av vikuni, men veðri verður hampuligt í vikuni, so vit kunna helst rokna við nakað av útróðri.



Djúpvatnstrolarar: Bara tveir eru til fiskarí.