Edmund Joensen valdur í Uttanríkispolitisku nevndina í Fólkatinginum


Føroyska fólkatingsumboðið fyri Sambandsflokkin hevur fingið sæti í Uttanríkispolitisku nevndini, sum verður mett at vera ein av mætastu nevndunum í Fólkatinginum.


Edmund Joensen vísir á, at tað er umráðandi, at Føroyar umvegis fólkatingssessin er umboðað í hesi nevnd, har uttanríkis- og trygdarpolitikkurin hjá øllum rískisfelagsskapinum verður umrøddur. Danska stjórnin hevur sambært Grundlógini skyldu til at ráðføra seg við nevndina, tá størri uttanríkispolitiskar avgerðir verða tiknar.


Umvegis nevndarsessin fær føroyska umboðið vitan og innlit í uttanríkis- og trygdarpolitikkin hjá Danmark, sum viðvíkur øllum ríkisfelagsskapin. Nevndin samskiftir regluliga við forsætisráðharran, uttanríkisráðharran og aðrar viðkomandi ráðharrar um førda uttanríkis- og trygdarpolitikkin.


Uttanríkispolitiska nevndin verður mett at vera millum týdningarmestu nevndirnar á Fólkatingi. Tað eru ofta forfólkini í flokkunum, sum verða vald í nevndina, og sostatt fer Edmund Joensen at sita í nevndini saman við júst fráfarna forsætisráðharranum og formanninum í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, formanninum í Radikala Vinstra, Morten Østergaard, formanninum í Konservativa fólkaflokkinum, Søren Pape Poulsen og forkvinnuni í SF, Pia Olsen Dyhr.