Býarskái í november - Runavík bjóðar øllum vælkomnum


Býarskái í november - Runavík bjóðar øllum vælkomnum!



Hóast korona hevur órógvað flestu tiltøk í ár, verða hvørki jólini ella jólasølan avlýst – so avgjørt ikki í Runavík!



Býarskáin í Runavíkar kommunu verður sum vant, tó við smærri broytingum. Skipaðverður fyri einum longum vikuskifti 7. og 8. november, har handlarnir hava opið heilt fram til kl. tíggju á kvøldi.Hesar báðar dagar hava handlarnir eina ørgrynnu av tilboðum, kappingum, undirhaldi og tónleiki. Tað verður lagt upp til eina rimmar jólasølu har spennandi støkk upp handlar verða í økinum, ið somuleiðis hava nógv góð jólagávuhugskot.



Løkshøll byrjar býarskáan fríggjakvøldið 6. november kl. 21.00 við einari útgávukonsert hjá ‘Land of Maybe’, ið er heitið á bólkinum hjá Allani Tausen og Edith Dahl Jakobsen. Løkshøll hevur fleiri onnur tiltøk á skrá, ið verða kunngjørd í næstum.



Matarstøðini í økinum og streetfood-vognar bjóða okkurt gott til tey svongu,heimagjørdar Bubble Waffles, doughnuts, fisk & chips og annað gott til góman verður at fáa fram við Visit Runavík. Harumframt skipar prýðiliga Skótahúsið fyri støkk upp café.



Fleiri gistingarmøguleikar eru eisini í økinum, og bæði summarhús hjá Visit Runavík og hotellið í Runavík lata serprís. Samanumtikið ber til at gista og samstundis avgreiða allar jólagávurnar, taka sær av løttum oguppliva, hvussu Runavíkin spílar seg út eitt vikuskifti í november.



Neyvari skrá verður á heimasíðuni hjá Visit Runavík – www.visitrunavik.fo ella á facebooksíðuni Býarskái í Runavík.