Botnurin á Ternuni er tærdur hol, inn í ein tanga


SSL: Ternan á beding fyri aðru ferð, higartil í ár.



Ternan er aftur farin á beding, minni enn 3 mánaðir eftir at hon var uppi til vanligt viðlíkahald sum seinnu árini er gjørt um várið, gjarna í apríl mánaði.



Orsøkin til at Ternan so brádliga varð tikin úr sigling er at botnurin er tærdur hol, inn í ein tanga. At hol kemur á botnin, er helst ikki heilt óvanligt tá ið talan er um skip sum eru knappliga 40 ár, men tá ið tílíkir lekar ella hol koma á skrokkin á skipið skal tað umvælast beinanvegin.



Broytingar annars meðan Ternan er á beding eru fyribils hesar:



Spógvin fer at røkja siglingina á leið 90 tað sum eftir er av degnum, við einari tillagaðari ferðaætlan, og fer sostatt at sigla "pendulfart" í millum kl.16:00 og 19:00, soleiðis at mest møguligt fæst burturúr tíðini.



Spógvin leggur at í bygdini, har sum Ritan plagdi at leggja at, og við træbrúnna á bursatanga í Havn.



Tá ið Spógvin fer á leið 90, verður Teistin settur inn at røkja leið 61 sum hann gjørdi áðrenn leiðirnar vórðu broyttar í januar í ár.