Borgarin landar sild í Kollafirði

 Borgarin kom á Kollafjørð í gjár við 1.100 tonsum av sild, sum teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir byrjaðu at landa í gjárkvøldið.

Borgarin hevur roynt í íslendskum sjógvi, tætt vestur úr føroyska markinum, á umleið 65N og 7V.