Kl. 6 í morgun kom Borgarin á Kollafjørð við 350 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Faroe Pelagic í Kollafirði.
Borgarin hevur fiskað í íslendskum sjógvi og nú veðrið øtlaði, so valdu teir at koma heim at landa, tað teir høvdu í tangunum.