Borgari nummar 1.200


Sørvágs kommuna: Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru vit fleiri enn 1.200 fólk í Sørvágs kommunu. Tað var 17. november 2018, tá ið Helga Guttesen í Bø fekk ein son, at Sigmund, ið drongurin eitur, gjørdist borgari nummar 1.200 í kommununi.



Hann eigur tveir eldri brøður, sum eita Gutte og Baldur.



Borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Aimé Jacobsen, var fríggjadagin og ynskti familjuni tillukku við soninum og bar teimum eina heilsan frá Sørvágs kommunu.