Borgarafundir um ferðavinnu- og menningarstrategi fyri Vágar og Mykines


Komandi tíðina fara vit at halda borgararfundir í øllum bygdunum í Vágum og í Mykinesi, har borgarin kann koma við íkasti og hugsanum um ferðavinnustrategi- og menning í økinum.



Á fundunum fer verkætlanarleiðarin at kunna um burðardygga ferðavinnumenning og leggja fram hugsanir um menning og strategi í økinum og biðja um íkast, hugsanir og hugskot frá íbúgvunum.



Eisini verður eitt umboð frá hvørjari bygd valt í ein fylgibólk, sum fer at fylgja strategi-arbeiðinum.



Orsakað av coronu, er neyðugt at melda til borgarafundirnar í seinasta lagi 2 dagar undan fundinum. Um ov nógv melda til, verður eyka fundur gjørdur.



Tilmelding á leinkjuniherella við at senda teldupost til oda@ferdavinna.fo har tit kunna um navn, teldupost, telefon nummar og hvussu nógv úr húskinum taka lut.




Oda W. Andreasen



verkætlanarleiðari




Vága Kommuna, Visitvagar og Sørvágs Kommuna