Bókakafé á Býarbókasavninum

Býarbókasavnið fer í vetur undir at hava bókakafé. Fyrsta
bókakaféin verður hóskvøldið, 26. september kl 19.30, har Sigmar Bláberg verður
gestur og fer at greiða frá um bók sína, Stállínuskipini. Eisini fer ein
bókavørður at varpa ljós á nakrar av teimum nýggju bókaútgávunum, sum
bókasavnið hevur keypt. Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.