Bókakafé á Býarbókasavninum

Býarbókasavnið fer í vetur undir at hava bókakafé. Fyrsta
bókakaféin verður hóskvøldið, 26. september kl 19.30, har Sigmar Bláberg
verður gestur og fer at greiða frá um bók sína, Stállínuskipini.
Eisini fer ein bókavørður at varpa ljós á nakrar av teimum nýggju
bókaútgávunum, sum bókasavnið hevur keypt. Tiltakið er ókeypis, og øll
eru vælkomin.