Bilur útav á Vatnavegnum

 Eitt lítið ferðsluóhapp var á Vatnavegnum (Millum Miðvág og Vatnsoyrar) í lýsingini í morgun. Ein lítil lastbilur fór útav vegnum, men tað hendi eingin skaði, hvørki á fólk ella á bilin.

Bilurin varð løtu seinni hálaður upp aftur.