Bíligt at vera húsaeigari í Suðuroy


Tað er munur á, hvussu stórur partur av inntøkuni fer til bústað í ymsu økjunum í Føroyum.Hetta verður eisini nevntbústaðarbyrðan.



Í miðal brúka húsaeigarar í Suðuroy lutfalsliga lítlan part av síni inntøku til bústað. Hagtølini vísa, at í miðal fara 9% av inntøkuni eftir skatt til bústað í Suðuroy. Hetta eru 10 prosentstig lægri enn miðal bústaðarbyrðan í Føroyum, sum er 19%.

Hóast lønarstøðið er lægri í Suðuroy enn í restini av Føroyum, so er bústaðarbyrðan minni. Høvuðsorsøkin er, at miðal sethúsaprísurin í Suðuroy er lægri enn miðal sethúsaprísurin í Føroyum.

Róin Schrøter, leiðari hjá Betri Banka á Tvøroyri, sigur at áhugin fyri at keypa bústað í Suðuroy veksur. Orsøkin er, at tað er bíligari at seta búgv, men eisini, at fólk vilja hava summarhús í Suðuroy.

- Vit merkja størri áhuga fyri Suðuroynni enn áður. Tað er møguliga tí, at sethúsaprísurin ikki er vaksin líka nógv sum aðrastaðni í landinum. Tað eru serliga fólk, sum vilja keypa summarhús í Suðuroy. Tað snýr seg sjálvandi um, at tað er bíligari, men Suðuroyggin hevur eisini nøkur øðrvísi tilboð og øðrvísi náttúru enn aðrastaðni, og tað kann eisini vera ein orsøk, sigur Róin Schrøter.

Sambært Káru á Dunga, stjóra í meklarafyritøkuni Betri Heim, so skulu sethúsaprísirnir viðgerast við fyrivarni, tí tað eru lutfalsliga fáar sølur og stór spjaðing í sethúsaprísunum.



- Vit síggja, at sethúsaprísirnir í størri økjum í Suðuroy vaksa. Tá tosað verður um miðal sethúsaprísir, so hevur talið av sølum nógv at siga. Í miðal eru ikki nógvar sethúsasølur í Suðuroy, men vit merkja ein vaksandi eftirspurning. Okkara metingar vísa, at sethúsaprísurin eftir øllum at døma er vaksandi í Suðuroy, hóast hann framvegis er lægst í Føroyum sum heild, sigur Kára á Dunga.