Betri Trygging: 190 mió. kr. til tryggingartakarar í ár

Betri Trygging veitti skaðaendurgjøld fyri 190 mió. kr. fyrra hálvár í 2020.Tað eru 60 mió. kr. meira enn fyrra hálvár í fjør. Hetta er serliga orsakað av stórum tryggingarskaðum í sambandi við ódnarveðrið mánaðarskiftið februar/mars. Eisini hevur koronafarsóttin merkt talið av skaðum, serliga avlýsingar og ferðaskaðar.



Talið av skaðum fyrra hálvár í ár var sostatt hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Í ár eru 1.427 fleiri skaðar fráboðaðir. Tó vóru færri skaðar í tíðarskeiðinum mars og apríl, tá koronafarsóttin hevði við sær, at føroyingar vóru heima.



Úrslitið fyrra hálvár í 2020 vísti eitt avlop á 8 mió. kr. áðrenn skatt. Samlaða úrslitið verður mett nøktandi, tá havt verður í huga, at stórir tryggingarskaðar og koronafarsóttin hava merkt virksemið hjá felagnum higartil í 2020.



- Vit hava lagt stóran dent á at hjálpa okkara kundum, sum brádliga blivu partur av eini altjóða farsótt. Fyrra hálvár hevur verið merkt av óvissu, men tørvurin á okkara hjálp hevur verið størri enn vanligt. Vit eru eitt sterkt felag og eru brynjað til okkara høvuðsuppgávu, sum er at veita tryggleika til okkara kundar, sigur Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Betri Trygging.



Hálvárið í stuttum: