Bátur fekk motortrupuleikar eystanfyri Nólsoynna

Seinnapartin í dag fekk ein bátur motortrupuleikar eystanfyri Nólsoynna. 

Boð vóru send eftir bjargingarbátinum Lív, sum fór til bátin, men tá ið Lív var komin á staði hevði ein annar bátur á leiðini fingið ein enda á bátin, sum hevði fingið motortrupuleikar, sum eisini sleipaði hann til Havnar.