Bara smáskaðar í óveðrinum

 Løgreglan sigur, at tað hava ikki verið nakrir stórir skaðar í óveðrinum, sum herjaði í gjárkvøldið og nátt.

Nakrir húsaskaðar hava verið, har onkur takpláta er loysna, onkur rútur brotnaður og klædningur er loysnaður, teir flestu eru komnir av at hús standa í gerð ella verða umvæld.

Í Leirvík mundi ein binga farið á sjógv, men tíbetur fór hon ikki tað.

Tveir lyktapelar koppaðu út á vegin, ein á Toftum og ein í Havn, teir vórðu skjótt fingnir av vegnum, so eingin skaði varð av teimum.