Avtala undirskrivað um ÍSF-hús


Avtala undirskrivað um ÍSF-hús



Í dag hava Tórshavnar kommuna og Ítróttasamband Føroya skrivað undir tvær avtalur um verandi og komandi ÍSF-húsið.



Í løtuni verður langhylurin í Gundadali lagdur til rættis. Langhylurin verður staðsettur vestan fyri verandi svimjihøll í Gundadali, har ÍSF-húsið stendur í dag. Í avtaluni, sum varð undirskrivað í dag, yvirtekur Tórshavnar kommuna bygningin á sumri 2020 og rindar ÍSF 5 mió. kr. í endurgjaldi fyri húsið.




Samstundis hava partarnir skrivað undir ætlanarskriv um leiguavtalu um lendi til at byggja nýtt ÍSF-hús suður úr og fram við parti av vestara skýli við ovara vøll í Gundadali.



Við hesum er enn eitt týðandi stig tikið fram ímóti, at ÍSF kann fáa góðar karmar til egið virksemið og tað hjá mongu ser- og menningarsambondunum. Harumframt er enn ein týðandi fyritreyt fyri, at langhylurin verður bygdur, komin uppá pláss.



Kelda: Tórshavn.fo