Átta tilburðir í gjár


Í gjár vóru átta nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.



Allir persónar eru smittaðir í Føroyum. Í 7 førum eru smittukeldurnar kendar, í einum føri er smittukeldan ikki kend.



797 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 114 smittað í Føroyum, ein persónur er innlagdur.