Atlantic Airways sagt tvey virkandi álitsfólk úr starvi

KVF: Uppsøgdu flogternurnar, sum vóru lyklapersónar hjá kabinustarvsfólkunum, eru skelkaðar av framferðarháttinum hjá Atlantic Airways, sum bað tær fara úr starvi beinavegin - uttan ávaring. Orsøkin var, at almenna partafelagið ikki dámdi teirra hugburð.
Flogternurnar stóðu á odda fyri fakfelagnum hjá kabinustarvsfólkunum hjá Atlantic Airways, og eru forkvinna og næstforkvinna í lokala fakfelagnum fyri kabinu-starvsfólk, sum nú liggur undir danska FPU, - Flyvebranchens Personale Union, les meira her.