Arctic Voyager kemur á Vestmanna fyrrapartin morgin

 Arctic Voyager kemur á Vestmanna um 11-tíðina fyrrapartin í morgin, teir hava verið á sildafiskiskapi norðanfyri Ísland.

Arctic Voyager hevur 800 tons av góðari sild, teir skulu landa ein part til Vestmanna Seafood, ein partur verður fluttur í tangum til Hvalbiar og restin verður landað til Pelagos í Fuglafirði.