Altjóða rák við borðspølum sæst aftur í Føroyum





Um allan heimin gerast borðspøl meira populer. Eisini í Føroyum sæst hetta aftur. Aftaná ein turkur í sjey ár, har einki føroyskt borðspæl varð útgivið, komu heili tvey føroysk borðspøl út sama ár í 2017.




Tey bæði spølini eru Hertak Føroyar og Hildarting, sum minna um hvørt annað; tey heinta nemliga bæði tvey íblástur úr vælkenda og klassiska borðspælinum Risk, har spælarar kempa fyri harradømi á heiminum. Í føroysku spølunum snýr tað seg sjálvsagt um harradømi yvir tær 18 oyggjarnar.




Í samrøðu við Halgir Winther Nagata í Startup Podcastinum fortelja vinmenninir handan borðspælið Hildarting um leiðina at skapa eitt nýtt borðspæl frá botni av.




Startup Podcastið finst á appunum Apple Podcast og Stitcher, og á heimasíðuni halgir.fo.