Almennar pensiónir


Í Sosialinum nr. 7, 15. januar 2018 hevur Árni Gregersen, journalistur, nakrar hugleiðingar um almennar pensiónir, nú løgtingið hevur havt 1. viðgerð av nýskipan av pensiónum.



Hóast ein av grundgevingunum fyri umlegging av pensiónum eftir hansara áskoðan er, at pensionistar skulu hava meira ”at liva fyri,” so er høvuðsgrundin, at ”skil má fáast á langtíðarhaldførinum á samlaða føroyska búskapinum.” Í sama andadrátti fáa vit at vita, at fólkapensiónin kom í Føroyum 1959, og at í mong ár stóð á almennum lønarseðlum, at ”so ella so stórur partur av skattinum fór til fólkapensión.”



Ein slíkan seðil hevur undirritaði ikki sæð. Tey gomlu fingu jú ellisrentu, aðrenn fólkapensiónin kom í 1959.
Undirritaði var í tænastumannastørvum á Føroya Gjaldstovu frá 1956 til 1991.

Les meira á VP.fo