Akraberg fór nýggjan túr í gjár

Mikukvøldið kom Akraberg á Fuglafjørð við 350 tonsum av rækjum. Akraberg lá ikki leingi við bryggju, og fór longu avstað aftur í gjárskvøldið. Skipari henda túrin er Eyðun á Bergi.