Áheitan til nýggju samgonguna

Undan valinum hevur verið sera nógv tosað um heilsuverkið. Hetta
er gott, tí tað eru fleiri øki innan heilsuverkið, sum treingja til eitt lyft. 

Vit vita, at vit brúka ikki eins nógvar pengar uppá okkara heilsuverk,
sum okkara grannar. Herfyri kom búskaparráðið eisini við eini
frágreiðing, ið legði dent á, at vit verða fleiri og fleiri eldri, og hetta
kemur einans at økja peningaliga tørvin hjá heilsuverkinum. 

Tí hava vit skyldu til, umframt at brúka fleiri pengar, at brúka teir
pengarnir vit fáa við skynsemi. 

Í tí sambandið eru tað fýra øki, vit í Hjálparlæknaráð Føroya ynskja
at seta sjóneykuna á:

 1. Differentierað viðgerðartrygd 

Vit síggja positivt uppá, at tað verður tosað um viðgerðartrygd. Vit
síggja í fleiri førum, at sjúklingar hava bíðitíð, sum er alt ov long. Tó
mugu vit ávara um, at um viðgerðartrygd skal innførast, skal hetta
gerast rætt. 

Vit kunnu lýta til Danmarkar, har hetta hevur verið roynt, við ymiskum
úrslitum. 

Í Danmark hava tey í fleiri ár havt “krabbameinspakkar”, har
sjúklingar við illgruna um krabbamein, verða koyrdir ígjøgnum eina
væl fyriskipaða tilgongd, sum førir til skjóta diagnosticering av einum
møguligum krabbameini. Hetta er ógvuliga gott, og hetta halda vit
eisini, at vit burdu ásett í Føroyum. 

Tey hava eisini roynt viðgerðartrygd í Danmark, har øll hava rætt til
at fáa eina diagnosu innan 30 dagar. Hetta halda vit als ikki hevur
verið eins væl eydnað. Tað at øll hava rætt til at fáa eina diagnosu
innan 30 dagar, førir til at nógv vera koyrd út á privathospital fyri at
nøkta tørvin. Eisini vera ávísir bólkar skundaðir ígjøgnum tað
almenna systemið, sum í veruleikanum gott kundu bíða eitt sindur
longur. Hetta førir til at onnur, eitt nú sjúklingar, ið longu hava eina
diagnosu mugu bíða longur. (dagensmedicin.dk...forkert-prioritering)
Hjálparlæknaráð Føroya 

Vit eru ikki fleiri í heilsuverkinum, enn vit nú einaferð eru, so um
mann setir sum treyt at ein bólkur skal sleppa skjótari frammat,
merkir tað at onnur mugu bíða longur, ella at vit senda sjúklingar
uttanlands í hópatali fyri at yvirhalda hesar 30 dagarnar. Um
pengarnir fara úr landinum eru teir ikki við til at menna okkara
heilsuverk meira. 

Tí mæla vit heldur til eina differentieraða viðgerðartrygd. Eitt nú 30,
60 og 90 dagar, har tær mest akuttu sjúkurnar skulu hava eina
bíðitíð undir 30 dagar, og minni akuttar sjúkur eisini skulu sleppa
skjótt framat, men tó ikki innan 30 dagar, heldur ávíkavist 60 og 90
dagar. 

Vit eru ógvuliga glað fyri, at tað verður hugt eftir bíðitíðunum hjá
sjúklingunum, og ynskja eisini at gera okkara fyri at tað kann gerast
betur í framtíðini. Tó vilja vit ávara, at um tað verður sett í verk, er
tað av alstórum týdningi, at tað verður gjørt við umhugsni fyri okkara
góða, men viðbrekna heilsuverki. 

2. Størri dent á fyribyrging 

Tað er týdningarmikið at leggja nógv meira dent á fyribyrging. 

Um vit bara hyggja at krabbamein, vísur gransking, at ímillum 30%-
50% av krabbameini kann fyribyrgjast
(who.int/cancer/prevention/en/). Her eru tað nógv ymisk øki, ið vit
eiga at leggja dent á, eitt nú matvanar og rørslu, men royking er eitt
sjálvsagt øki at byrja við. 

Ímillum 57%-91% av lungnakrabbatilburðum standast av royking.
Umframt hetta er royking eisini orsøk til eitt nú munnkrabba,
bløðrukrabba, búkkrabba og lívmóðurhálskrabba
(lms.fo/...krabbameinsætlan). 

Afturat hesum er royking eisini orsøk til hjartasjúkur og lungnasjúkur,
sum eisini er ein ógvuliga stór byrða fyri sjúkling og heilsuverk. 

Um vit skulu hava framtíðina í huga, og gagnnýta pengarnar í
heilsuverkinum sum best, er neyðugt, at vit leggja nógv meira dent á
fyribyrging. 

Vit føroyingar eru ímillum tey í norðanlondum sum roykja mest, so
her er sera nógv at vinna! (folkaheilsa.fo/folkaheilsukanning+2015)

Hjálparlæknaráð Føroya 

Tiltøk, sum vit halda skulu setast í verk eru: 

- Tilboð um skeið til roykistopp. Hetta hevur víst seg at vera
nakað av tí, sum riggar allarbest tá fólk ynskja at steðga við at
roykja (sst.dk...hjaelp-til-rygestop). Hetta er roynt í Føroyum
áður, men sum er nú, er einki skipað tilboð. 

- Hægri prísir. Eitt tað mest týdningarmikla, vit kunnu gera fyri
at fyribyrgja at fólk roykja, er at steðga at tey yvirhøvur byrja.
At økja prísin riggar serliga á tey ungu, so at tey ikki byrja at
roykja. Hetta er víst fleiri ferðir at vera effektivt at minka um,
hvussu nógv roykja.
(ncbi.nlm.nih.gov/pmc/articles/PMC3228562) 

- Strangari eftirlit. Vit eiga at tryggja okkum, at aldursmarkið at
keypa sigarettir verður yvirhildið. Her hava Bónus við
Marknagilsvegin farið eitt stig víðari, og eru steðgaði at selja
sigarettir í skúlatíð. Hetta er gleðiligt, og tey eiga stórt rós. Tað
hevði verið gleðiligt, um aðrir handlar eisini fylgdu hesum
leistinum. 

3. Meira skipaða skráseting

 Samanborið við Danmark eru vit langt aftanfyri, tá tað kemur til
skráseting av sjúkum og viðgerðum. Hetta ger tað eisini trupult at
planleggja viðgerð og fíggjarætlan frameftir. 

Orsøkin at tað ár eftir ár skulu leggjast pengar afturat fíggjarætlanini
til heilsuverkið er ikki, at vit, sum arbeiða í heilsuverkinum, oyðsla við
pengunum. Tað er heldur at vit veruliga ikki vita frammanundan,
hvussu nógvar pengar vit hava tørv á tað næsta árið. 

Vit eiga at økja um arbeiðsorkuna, sum verður løgd í at skráseta eitt
nú tey sum fáa viðgerð uttanlands, fólk við kroniskum sjúkum og fólk
við krabbameini. Hetta fyri, at vit kunnu fylgja við, hvussu væl
viðgerðin vit geva riggar, og at kunnu leggja ætlanir fyri, hvussu
nógvar pengar vit skulu seta av til hesi øki framyvir.
Hjálparlæknaráð Føroya 

4. Meira fokus á rekruttering 

Tað eru gjørd góð átøk í seinastuni viðvíkjandi rekruttering. Eitt nú
kunnu vit nevna at føroyskir læknar nú hava framíhjárætt at fáa tey
føroysku KBU plássini. Tó er enn neyðugt at gera fleiri ábøtur. Vit
eiga at bøta um møguleikarnar hjá læknum at taka introstørv og part
av útbúgvingarstørvum í Føroyum. Hesir læknar kunnu m.a. hjálpa
yvirlæknunum við at minka um bíðilistarnar til tær ymisku
kanningarnar og viðgerðirnar, og kunnu arbeiða sum millumvaktir á
sjúkrahúsinum. Millumvaktin er ógvuliga týdningarmikil og Í
veruleikanum eru tað millumvaktirnar, sum eru límið, sum heldur
sjúkrahúsið koyrandi í dagligdegnum. 

Sum tað er nú, verður forðað fyri at tað verða brúktir meira pengar
uppá millumvaktir. Hetta ger, at fleiri læknar, sum ynskja at koma
heim at arbeiða, ella læknar sum hava arbeitt í Føroyum, ikki sleppa
at arbeiða her, og eru noyddir at fara til Danmarkar. Vit halda tí, at
tað skal opnast fyri, at tað kunnu setast fleiri millumvaktir. 

Hetta er týdningarmikið, tí um vit hyggja longur fram enn einans
næstu fíggjarætlan, er tað av alstórum týdningi at fáa føroyskar
serlæknar heim. Hesir ungu læknar, sum kundu arbeitt nøkur fleiri ár
í Føroyum, høvdu havt betri hug til at komið til Føroyar at arbeitt sum
serlæknar. 

Hetta hevði, umframt at tað lyfti støðið á sjúkrahúsinum longu í dag,
eisini uppá sikt spart okkum sera nógvar pengar, sum vit í dag brúka
uppá vikarar. 

Vit vóna at tann nýggja samgongan fer at leggja eins stóran dent á
heilsuverkið, sum tað varð lagt upp til undir valstríðnum, og vit vóna
at tað verður gjørt við skynsemi. 

Hjálparlæknaráð Føroya