Ágúst kosin besti venjari í Íslandi

HSF: Landsliðsvenjarin hjá føroyska A-landsliðnum, Ágúst Jóhansson, er valdur sum besti venjari í íslendsku kvinnudeildini.



Ágúst Jóhansson hevur í ár vunnið greipuna við liði sínum, Vali.



Tað var í august í fjør, at íslenski venjarin tók við starvinum sum landsliðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum.



Næsta uppgávan hjá Ágúst Jóhansson og Føroyum er EM-undankapping, ið byrjar í september. Føroyar eru í bólki við Póllandi, Rumenia og Ukraina.