Ågot landar í Ánunum


Ågot, sum hevur roynt við Føroyar, landar í dag 90 tonns í Ánunum.



Ætlanin var so at fara á Flemmish Cap, men tað sær nokkso buldrasligt út við látrýstum vestureftir, sigur skiparin - Hjaltur Poulsen - við okkum á JN.fo, so teir hava ikki tikið støðu enn, um teir fara á Flemmish Cap, ella aftur á Føroyagrunnin.