Aftur á slóðina


Í gjár samlaðust vit systkinnabørnini, sum eru ommu- og abbabørn hjá Thominu Johansen f. Thomassen og Jóannes Albert Johansen í Sandavági.



Thomina og Jóanis Albert settu búgv á Leigumørkinni - tá ovast í bygdini, tey giftust í 1920 og fingu 6 børn - Fía, Hanni, Alberg, Hentza, Sólbjørg og Sylvia og 24 ommu- og abbabørn. Av børnunum hjá Thominu og Jóanis Albert eru bara Sólbjørg og Sylvia eftir á lívi, tær báðar vóru eisini við í gjár, eisini vóru makarnir hjá systkinnabørnunum við.



Dagurin byrjaði við húsini hjá Thominu og Jóanis Albert, núverandi eigari av húsinum bjóðaði inn at síggja hugnaligu húsini, síðan spákaðu við í gomlu bygdini, fóru kirkjuna og kirkjugarðin, síðan niðan á Steig og í Fosshyl og so til ábit hjá Belindu og Suna á Fobbakletti.



Hagani fóru vit á Fiskastykkið, sum er nýtt matarstað Úti á Bakka í Sandavági - Fantastisk hugnalig matstova, sera góður matur og sera vinarlig starvsfólk.

Dagurin byrjaði kl. 14 og vit hildu á til kl. 23.

Ein ógloymandi dagur - Jóanis.