Áarføri og yvirflóð í vatngoymslum

SEV: Váta veðrið seinastu dagarnar hevur havt við sær, at vatngoymslurnar hjá SEV fyltust og væl tað, hóast allar turbinurnar hava arbeitt við fullari megi.



Nakrar ferðir um árið regnar so illa, at ikki alt avfall kemur til høldar og verður gagnnýtt til elorku. Tá óvanliga nógv vatn kemur innan stutta tíð, kann tað henda, at vatngoymslurnar renna yvir, hóast vatnstøðan frammanundan er so lág sum til ber.




Higartil í ár hevur tað hent seg tvær ferðir í februar og tvær ferðir í oktober, at tað hevur flotið yvir í onkrari av byrgingunum hjá SEV. Tað kann tykjast ógvusligt at síggja vatnið fara upp um og renna á sjógv, og tá so er, fær SEV fyrispurningar um, hvussu tað ber til og hví so er.




Orsøkirnar eru fleiri og umfata m.a. goymslustødd, turbinumátt, atlit til veitingartrygdina, og hvussu nógv vindorka er inni á netinum, tá samanfall er millum nógv regn og nógvan vind.




Atlitið at veitingartrygdini snýr seg m.a. um, at SEV leggur seg eftir altíð at hava eina ávísa nøgd av vatni í goymslunum, so at nóg mikið av vatni til allar tíðar er til framleiðsluna, um onkur motorur svíkur.




Tá vatngoymslurnar eru fullar, arbeiða turbinurnar allarbest, tí tá er størst trýst á og vit fáa allarmest orku burturúr vatninum.