85% hava ikki nóg gott innlit í síni pensjónsviðurskifti


Sambært nýggjari kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri BankNordik, hava góð 85% av føroyingum ikki nóg gott innlit í síni penjónsviðurskifti og sínar lívstryggingar.




Pensjónssamansparing og lívstryggingar hava stóra ávirkan á lívið og fíggjarstøðuna hjá tí einstaka, og tí er tað merkisvert, at innlitið í hesi viðurskifti er so lítið, sum kanningin vísir.

Spurdir eru 500 føroyingar, ið koma úr øllum landinum, og sum umboða bæði kyn í aldrinum 18-59 ár. Í stuttum lýsir kanningin innlitið hjá teimum spurdu í síni pensjóns- og lívstryggingarviðurskifti soleiðis:





Tey yngru vita minstTað er rættiliga stórur munur á, hvussu nógv, tey spurdu í hvørjum aldursbólki, siga seg vita um síni pensjónsviðurskifti. Sum heild siga tey yngru seg vita minni enn tey eldru. Til dømis siga 56% av teimum spurdu, sum eru millum 18-29 ár, seg einki vita um síni pensjónsviðurskifti. Fyri tey 50-59 ára gomlu er talið 16%.

Harafturat er eisini munur millum kvinnur og menn. 37% av teimum spurdu kvinnunum siga seg einki vita um síni pensjónsviðurskifti, meðan knapt 30% av spurdu monnunum siga tað sama.

Hyggja vit samlað eftir tølunum, so svara gott 43% av teimum spurdu, at tey ongantíð hava fingið ráðgeving um pensjón og tryggingar. Eisini siga tey seg tosa lítið um hesi viðurskifti við síni nærmastu.

Tey spurdu vórðu eisini spurd um sínar lívstryggingar. Sambært kanningini siga 58% seg hava fingið nýtt starv, broytta hjúnastøðu, fingið børn, nýtt starv ella keypt hús seinastu trý árini, men helmingurin av hesum sigur seg ikki hava tillagað síni tryggingarviðurskifti til broyttu støðuna.

Umráðandi at kenna síni støðuTey flestu fara gjøgnum fleiri broytingar í lívinum, og tað er júst í hesum støðum, at pensjóns- og lívstryggingarviðurskifti eiga at verða endurskoðað. Tá ið fólk fáa maka, flyta saman, fáa børn, skiljast, verða pensjóneraði o.s.fr., hugsa tey flestu kanska ikki so nógv um pensjónssamansparingina og lívstryggingar. Men tað kann fáa avleiðingar – og fyri summi stórar fíggjarligar avleiðingar – um pensjónssamansparingin er ov lítil, ella um ein ikki hevur tær røttu tryggingarnar.

Tí er tað umráðandi at tosa við sín pensjóns- og lívstryggingarveitara av og á til tess at tryggja, at viðurskiftini samsvara við verandi tørv og lívssstøðu.