6 føroyskir íðkarar til OL fyri ung


Í døgunum 21.-27. juli verður europeiska OL fyri ung í Baku, Aserbadjan. Á fyrsta sinni luttaka íðkarar úr Føroyum. Føroysku íðkararnir luttaka í tveimum ítróttagreinum – svimjing og judo.








Talan er um stórt frambrot fyri føroyskan ítrótt, og gevur luttøkan føroyskum íðkarum enn ein møguleika, at kappast á altjóða leikvøllum.





Íðkararnir eru teir fyrstu føroysku íðkararnir, sum luttaka til eina kapping í OL høpi undir føroyskum flaggi. Sostatt eru luttakandi íðkararnir við til, at skriva ein tíðandi part í føroyskari ítróttasøgu.





”Føroyska luttøkan í europiska OL fyri ung er eitt av úrslitinum í strembanini hjá ÍSF, at at fáa limaskap í altjóða olympisku nevndini – IOC”, sigur varaforsetin í ÍSF, Jon Hestoy.







Føroyska luttakararnir





Judo:



-Bjarni Kyrri Ólavson, Havnar Judofelag





Svimjing:



-Elisabeth Erlendsdóttir, Havnar Svimjifelag



-Kristina í Skála, Havnar Svimjifelag



-Rebekka Trygvadóttir, Ægir



-Ronja Ró í Dímun, Havnar Svimjifelag



-Bartal Erlingsson Eidesgaard, Havnar Svimjifelag





Ferðleiðari á túrinum verður Finnbjørg Nattestad. Venjarar eru Petur Sigurð Johannesen, Judo og Panagiotis Christou, Svimjing,







Fakta um OL fyri ung í Baku





European Youth Olympic Festival, sum europeiska OL fyri ung verður kallað, verður í Baku, Aserbadjan frá 21. til 27. juli. Í alt kappast 3.600 ungdómar úr 50 londum, í aldrinum 14-18 ár.





Møguligt er at fáa meiri kunning um leikirnar á:https://eyofbaku2019.com/