10 handverkarar til timburarbeiði hjá ArtiCon


Vegna nógv økt virksemi søkja vit 10 handverkarar til timburarbeiði at byrja, skjótast gjørligt.





Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og fjølbroyttum umhvørvi við avbjóðingum hvønn dag?





Vit hava nógvar verkætlanir í gongd í løtuni, og tú kemur at arbeiða í toymum runt um í Føroyum. Tó kann tú vænta at verða í Tórshavn ta fyrstu tíðina.





Vit vænta, at tú






Vit bjóða



· Góð og skipaði arbeiðsviðurskifti



· Nútímans útgerð.



· Eina spennandi yrkisleið



· Persónliga og fakliga førleikamenning





Størvini verða sett, skjótast til ber. Lønin er eftir nærri avtalu.





Spurningar



Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jógvan G. Müller, deildarleiðari, á tlf. 286141.





Umsókn



Umsóknin skal sendast til starv@articon.fo í seinasta lagi fríggjadagin 25. januar 2019.







ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiðir, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 300 fólk.