Ivasom avrik og metstór avgjøld á vinnu og borgarar

Politikkur30-04-2019 - 08:50 - Jóanis Albert Nielsen

Tá vit hyggja aftur á avrikini hjá sitandi vinstrasamgongu, mugu vit staðfesta, at avrikini í besta føri hava verið ivasom. Hartil hava rokningarnar verið methøgar, sum samgongan hevur skrivað út til vinnuna, serliga fiskivinnuna, men eisini til okkum borgarar. Nú nærkast valdagurin, tá sannleikans tími kemur, tá ið veljarin aftur skal avgerða hvør skal stjórna landinum komandi fýra árini.

Nøkur av “avrikunum” hjá vinstrasamgonguni eru hesi:

· Ein miseydnað fiskivinnunýskipan, har álitið á fiskivinnuni er farið, og meirluti ikki er fyri kvotaskipan og nýggjum veiðigjøldum.

· Ein pensjónsnýskipan við dupultskatting av Samhaldsfasta og harvið ov lítlum bata til pensjónistar.

· Ein stjórnarskipan, sum fór fyri bakka, tí at samgongan sjálv ikki kláraði at semjast.

· Ein samtykt og broytt hjúnabandslóg, har dirvið ikki var at spyrja Føroya fólk eftir.

· Ein tunnilsloysn, har Norðoyggjar eru stóri taparin.

· Óskil í Fiskimálaráðnum og ein fiskimálaráðharri, sum ikki vildi taka ábyrgd.

· Munandi óheimilað meirnýtsla hjá Landsverki viðvíkjandi Glasi og H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

· Óskil í Mentamálaráðnum, sum nærum ikki fekk ráðharran at taka ábyrgd fyrr enn í tólvta tíma.

· Óskil í Samferðslumálaráðnum, sum enn ikki hevur fingið avleiðingar.

· Lemjandi ákærur frá Landsgrannskoðanini móti Mentamálaráðnum, Samferðslumálaráðnum og løgmanni.

· Almennar útreiðslur, sum eru meira enn tvífaldaðar árini 2015-2019 sammett við árini 2011-2015.

Og harumframt munandi økt avgjøld á vinnuna og borgarar:

· Munandi hækkingar í veiðigjøldum og uppboðssølugjøldum frá fiskivinnuni.

· Hægri gjøld á alivinnuna.

· Øktir skattir til vanliga borgaran við KVF-gjaldi og økt gjøld til AMEG (Samhaldsfasta) og Heilsutrygd. Økt avgjøld á bensin og diesel, hægri vektgjald, umframt at tinglýsingargjaldið er hækkað munandi.

· Vinnuni er somuleiðis álagt hægri avgjøld, t.d. hægri KVF-gjald, økt gjøld til AMEG (Samhaldsfasta), økt umhvørvisgjøld so sum smyrioljugjald, økt nýtslugjøld og munandi økt tinglýsingargjøld.

Spurningurin sum vit øll eiga at seta okkum í dag, eftir at vinstrasamgongan hevur tikið munandi av peningi frá vinnuni og okkum borgarum er, um vit so øll hava fingið tað so nógv betri? Um virðini nú eru meira rættvíst býtt? Min meining er, at vit helst ikki hava tað betri í dag, men heldur tvørturímóti. Hetta tí at beinleiðis og óbeinleiðis skattir í dag eru væl hægri hjá okkum borgarum, sum vit hvør sær merkja dagliga við at nettolønin er minkað í prosentum, umframt at mánaðarligu útreiðslurnar er vaksnar við avgjaldshækkingunum frá samgonguni. Harumframt mugu vit staðfesta at vinnan samanlagt hevur fingið eitt verri kappingarføri við øktum almennum gjøldum.

Vónandi fáa vit eina borgarliga samgongu eftir komandi løgtingsval, sum kann raðfesta ein tólmandi almennan útreiðsluvøkstur frameftir, tryggja vælferðartænastur og samtykkja ein langtíðar tryggan vinnupolitik. Hesum vil eg arbeiða fyri vegna Fólkaflokkin um eg veri valdur inn á løgting.

Birgir Nielsen, búskaparfrøðingur
Valevni Fólkafloksins

- Vilji og dirvi til broytingar