Mynd: Bjarni Enghamar.

Ivan Stojkovic er 07 Vestur-leikari

ítróttur03-11-2015 - 04:09 - Jóanis Albert Nielsen

07 Vestur: 07 Vestur og Ivan Stojkovic hava júst skrivað sáttmála, og serbiski málverjin spælir sostatt við 07 Vestur komandi kappingarár. Ivan flytir til 07 Vestur úr TB, har hann seinastu 9 árini hevur leikt 250 dystir.


Ivan kom til Føroya í 2007 og spældi fyrsta árið 29 dystir í 1. deild og steypakappingini. Hesi 9 árini hevur hann spælt mestsum allar dystirnar á besta liðinum, íalt 250 dystir.

Vit ynskja Ivan og 07 Vestur tillukku við sáttmálanum og bjóða honum vælkomnum vestur!