Ítróttur og frítíðarvirksemi á breddan

Politikkur30-10-2020 - 13:20 - Tóri Nielsen

Týdningarmesta tilfeingið í einum samfelag er helst sjalvbodna arbeiðið, ið ítróttar- og frítíðarfelagsskapir, samkomur o.o. gera.

Vit vita, at ein treyt fyri góðari kropp- og sálarheilsu er, at vit eru virkin, saman og hugbundin, og er tað just hetta, ið omanfyrinevndu geva okkum.

Og ikki at gloyma fyribyrgjandi árinini av hesum felagsskapum.

Tí eigur kommunan at verða ein nogv størri viðspælari, og tryggja øllum góðar umstøður at fremja sítt virki.

Verið eg vald inn, vil eg virka fyri at stuðulin til frítíðarvirksemi hækkar munandi, og at allir felagsskapir hava góðar umstøður.

Fleiri feløg hava brúkiligar hølisumstøður, men mangla fígging til sítt virksemi, meðan tað hjá øðrum vendir øvugt.

M.a. er upplagt at vetrarítróttirnir fáa hvør sítt høli á Giljanesi tá 2. byggistig av Skúlanum er liðugt, gólvið í høllini treingir til at skiftast, og umstøðurnar til fótbólt í Sandavági hava seinastu nógvu árini verið út av lagi.

Vit hava sæð onkur trivnaðarøkir í kommununi seinastu árini, serliga hugsi eg um á Tungu í Miðvagi og Fosshyl í Sandavági, umframt at nýggj spælipláss, ið eru á veg ella eru komin.
Okkurt er gjørt av kommununi sjálvari, og okkurt av borgarunum, við stuðli fra kommununi.
Hesi øki savna og skapa trivnað fyri borgararnar.

Vit síggja í løtuni, at sjódipping er sera populert, og upplagt er at fara í samstarv við borgarar at gera skifti- og brúsuumstøður til sjódippararnar, um tey ynskja tað.

Vit hava fleiri tónleika- og listafólk í kommununi, og skulu hesi hava hølir at venja og virka í. Hatta kundi upplagt verið í samstarvi við eitt víðkað ungdómstilboð, so tey ungu kunnu læra av teimum meir etableraðu.

Tey tilkomnu og eldru, eiga eisini at hava umstøður til at savnast og virka í nærumhvørvinum, her eigur kommunan at veita hølir og kundi ein samskipari at verið settur at skipa fyri aktivitetum til eldri í øllum bygdum.

Kommunan eigur at styrkja og víðka um kvøld- og frítíðarundirvísingartilboðini, gjarna saman við grannakommununum.

Og síðst, men ikki minst, eigur at verða arbeitt fyri einari oyggjarleið í Vágum, so borgarar hava enn betur møguleika at gagnnýta øll tilboðini, ið vit longu hava, og vónandi fáa afturat. Onkur fer heilt vist at spyrja, "hava vit ráð til hetta?" - men fyri meg er svarið greitt... vit hava ikki ráð at lata verða.
Velur tú meg, so fært tú eitt umboð, ið av øllum alvi vil virka fyri trivnaðinum hjá øllum borgaranum í Vága kommunu.

X við Lista A
X við Christinu Ravnsfjall