Ísraelsmissiónin 25 ára hátíðarhald

Mentan29-10-2017 - 10:16 - Jóanis Albert Nielsen

Ísraelsmissiónin varð stovnað 20. oktober 1992, og kann sostatt í ár hátíðarhalda 25 ár sum útimissiónsrørsla. Hetta verður gjørt við almennum hátíðarhaldi í missiónshúsinum í Leirvík sunnukvøldið 29. oktober klokkan 18.


Ásbjørn Jacobsen, fyrsti formaður í Ísraelsmissiónini, talar, Kartin Høgnesen, volontørur, greiðir frá, og Kristoffur Olsen syngur. Greitt verður frá stuðulsverkætlanum í Ísrael í orðum og myndum, trivið verður í søguna og biðið verður fyri Ísrael.


Smurt breyð og annar góður matur er at fáa. Høvi er eisini at geva Ísraelsmissiónini eina gávu.

Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.

Hesi 25 árini hevur Ísraelsmissiónin havt 22 volontørar í Ísrael í styttri ella longri tíð. 11 summur hevur Ísraelstoymið gjørt hjálpararbeiði í Ísrael. Ísraelsmissiónini og fólk við tilknýti til Ísraelsmissiónina hava eisini skipað fyri 18 bólkaferðum við føroyingum til Ísraels.

Ísraelsmissiónin hevur hesi árini havt nógvar gestir í Føroyum, og á hvørjum ári hevur Ísraelsmissiónin stuðlað nógvum ymiskum arbeiði í Ísrael í bøn og fíggjarliga.

Ísraelsmissiónin hevur sum endamál:
- at vekja áhuga og kunna føroyingar um, hvat Bíblian lærir um Ísrael og jødafólkið og bera hesum Guds útvalda fólki gleðiboðskapin um Jesus Messias, stuðla teimum í forbøn og við kristnum næstrakærleika.