Ísraelski sendiharrin á vitjan í Føroyum í komandi viku

07-11-2018 - 08:27 - Jóanis Albert Nielsen

Í samband við teir afturvendandi ísraelsku filmsdagarnar, sum Filmsfelagið saman við ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn skipar fyri, fer nýggi ísraelski sendiharrin at seta filmsdagarnar í Havnar Bio mánakvøldið 12. november kl 20:00.

Sendiharrin, Benjamin Dagan, og frú Irit, koma á stutta óalmenna vitjan í Føroyum, har hann m.o. hittir løgmann, landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, og aðrar politikarar. Eisini hittir hann ríkisumboðskvinnuna.

Áðren Benjamin Dagan var innsetur sum sendiharri í Keypmannahavn arbeiddi hann í Ísraelsku uttanríkistænastuni sum varaleiðari og leiðari á deildini fyri uttanríkis polittiska granskingarøkinum, Deputy General of the Foreign Ministry of Israel and Head of the Foreign Ministry’s Center for Political Research.

Ísraelska Sendistovan í Keypmannahavn hevur útvega tríggjar nýggjar ísraelskar filmar at vísa í Filmsfelagnum í næstu viku. Ísraelsku filmsdagarnir eru almennir og krevja ikki nakran limaskap. Filmarnir verða vístir í døgunum 12.–14. november.

Filmurin Foxtrot er einasti filmur úr Ísrael, sum er skotin upp at fáa eina Oscarvirðisløn og tí nógv tann kendasti úti í heimi. Tað var í fjør, at Foxtrot varð í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur. Foxtrot verður sýndur í upprunaversjón men við donskum undirteksti. Hinir filmarnir verða eisini sýndir í upprunaversjón, men við enskum undirteksti.

Filmsfelagið og fyriskipararnir vóna, at tikið verður væl ímóti hesum forkunnugu ísraelsku filmsperlunum.

Til frumsýningina av Red Cow mánakvøldið 12. november kl 20:00 verður boðið uppá eitthvørt gómagott úr Ísrael.