
Íslendska verjuskipið TÝR kom á Havnina í morgun
myndir18-11-2018 - 11:24 - Jóanis Nielsen
Íslendska verjuskipið TÝR kom á Havnina um 10-tíðina í morgun.
TÝR er javnan í Føroyum, teir plaga at bunkra, tá ið teir eru her, oljan er heldur bíligari í Føroyum enn í Íslandi.
Týr er 71 metrar langur og 10 metrar breiður.
Ein lesari sendi okkum hesar myndirnnar.