Mynd: visir.is.

Ísland verður við til HM, sum verður komandi summar

vinna09-10-2017 - 22:02 - Jóanis Nielsen

 Við 2-0 sigrinum á Kosovo í kvøld, hevur Ísland tryggjað sær rætt til HM-kappingina komandi summar, sum verður í Russlandi.

Í dystinum í kvøld, legði Gylfi Þór Sigurðsson Ísland framum í 40 minutti, tað var eisini hálvleiksstøðan.

Í 68. minutti slerdi Jóhann Berg Guðmundsson sigurin fastan - 2-0 til Ísland, sum við sigrinum hevur vunnið sær pláss til HM komandi summar.

Tillukku Ísland.