Nýggjastu


- ÍSF fegnast um broytingina, sum er ein dyggur stuðul til ítróttin

Vinna28-10-2020 - 23:44 - Jóanis Albert Nielsen

“Skattafría upphæddin fyri sjálvboðið arbeiði innan ítróttin hækkar úr 30.000 krónum upp í 50.000 krónur frá 1. januar 2020. ÍSF fegnast um broytingina, sum er ein dyggur stuðul til ítróttin

Løgtingið hevur einmalt samtykt, at hækka skattafríu samsýningina fyri sjálvboðið arbeiði innan ítróttin úr 30.000 krónum upp í 50.000 krónur frá 1. januar 2020.

- Vit eru sera fegin og takksom fyri hesa broytingina. Hetta er ein dyggur stuðul til ítróttin og ein viðurkenning av tí stóra sjálvbodna arbeiði, sum fer fram í føroyska ítróttaheiminum, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF-forseti.

Talan er um samsýningar, sum dómarar, linjuverjar, venjarar og hjálparfólk fáa fyri tað stóra arbeiðið, tey gera úti feløgunum, og tá ið kappingar eru. Landsstýrið ásetti longu í samgonguskjalinum í fjør, at skattafría hámarkið til ítrótt skuldi broytast.

- Alt sjálvboðið arbeiði er kærkomið í ítróttaheiminum. Skattafría samsýningin er við til at fáa góð og skikkað fólk at leiða og venja okkara børn og ungu. Og tað er eitt virði, sum ikki kann gerast upp í pengum, sigur ÍSF-forsetin.

Elin Heðinsdóttir Joensen vísir eisini á, at skipanin við skattafríu samsýningini er einføld at nýta. Í norðurlendskum samstarvi hevur hon ofta merkt, at hini Norðurlondini ynskja sær somu skipan, sum Føroyar bjóða sínum ítróttafeløgum.

Í almennu viðmerkingunum til uppskotið, sum var einmalt samtykt við triðju viðgerð í tinginum í síðstu viku, stendur sambært upplýsingum frá TAKS, at 843 persónar fingu tilsamans góðar átta milliónir krónur fyri sjálvboðið arbeiði innan ítróttin í 2018. Av hesum fólkum fingu 120 persónar eina árliga upphædd á 25-30.000 krónur.”