Mynd: Fiskerforum.dk.

Isafold landar sild í Fuglafirði

vinna02-11-2015 - 14:53 - Jóanis Nielsen

 Danska skipið Isafold kom á Fuglafjørð í gjár við 600 tonsum av sild, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði. Isafold hevur roynt í føroyskum sjógvi norðanfyri, tað er góð og stór sild teir landa.

Isafold verður liðugur at landa um 14-tíðina í dag.