Innskriving til 1.flokk

Mentan21-01-2018 - 12:25 - Jóanis Nielsen

Innskriving til 1.flokk verður á bókasavninum á Giljanesi 25.Januar klokkan 16:00-18:00

Innskrivingin til 1.flokk, komandi skúlaár, verður hósdagin 25. januar frá klokkan 16:00 til klokkan 18:00 í bókasavninum í skúlanum á Giljanesi.

Tá sleppa børn og foreldur eisini at hitta flokslærarum og stjóranum á skúlanum. Havið dóps- ella navnabræv og p-tals kortið við.

Um ikki ber til at koma ásettu tíðirnar, ber eisini til at boða frá við telduposti. Posturin skal sendast tilsag@skulin.fo, og skal hetta gerast áðrenn 30. januar.