Innbjóðing til ST-Open

ítróttur07-01-2019 - 12:17 - Jóanis Nielsen

Sandavágs Talvfelag bjóðar til GP 4, ST Open, vikuskiftið 11-13. Januar 2019

Stað:

Hølum felagsins

Telvað verður soleiðis:

Kappingin byrjar fríggjadagin, 11. januar kl. 20.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað (10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik).

Leygardag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik

Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 11. januar.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella 271404, í seinasta lagi hósdagin 10. januar kl. 20.00!

Møtið Fjølment !

Sandavágs Talvfelag