Innbjóðing til FM fyri einstaklingar

ítróttur07-07-2020 - 09:13 - Jóanis Nielsen

Runavíkar Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2020.

Høvuðsstuðul er Runavíkar kommuna.

Kappingin

Kappingin verður í Løkshøll í døgunum07. – 09. og 14. – 16. august 2020.

Telvað verða 7 umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

Átta teir hægst rataðu telvararnir telva í landsliðsbólkinum.

Næstu átta hægst rataðu telvararnir telva í 1.bólki, og hinir telva í almenna bólkinum.

Í unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2020.

Víst verður annars til meginreglurnar hjá TFS fyri FM.

Allir bólkar telva soleiðis:

1. umfar Fríggjadagur 07. aug kl. 17.00
2. umfar Leygardagur 08. aug kl. 10.00
3. umfar Leygardagur 08. aug kl. 17.00
4. umfar Sunnudagur 09. aug kl. 14.00
5. umfar Fríggjadagur 14. aug kl. 17.00
6. umfar Leygardagur 15. aug kl. 14.00
7. umfar Sunnudagur 16. aug kl. 14.00

Børn og veteranar

Sunnudagin 16. aug verður skipað fyri óalmennum FM fyri børn. Hesin bólkur er fyri børn og ung í skúlaaldri, og sum ikki hava rating. Telvt verða 7 umfør á 15 min (kviktalv).

Eisini verður ein Veteran bólkur. Hesin bólkur er fyri telvarar, ið eru 50 ár ella eldri. Hesir telva leygardagin og sunnudagin 15-16 aug. Umhugsunartíðin er 25 min + 5 sek leik.

Hesar bólkar verða einans skipaðir, um nóg stór luttøka er. Nærri lýst aftaná tilmeldingarfreistina.

Luttøkugjald

Luttøkugjaldið er 200 kr. fyri allar vaksnar luttakarar. Luttakarar í unglingabólkinum gjalda 100 kr.

Heiðurslimir luttaka ókeypis.

Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto

6460 – 1553706 hjá Talvsamband Føroya í seinasta lagi sunnudagindagin 02. august.

Við tilmelding skal upplýsast: FM 2020, navn og bólkur.

Luttøkugjaldið í barna- og veteran bólkunum er 50 kr, og tilmeldast skal í seinasta lagi sunnudagin 02. august kl. 18.00.

Leygardagin 08. august millum 2. og 3. umfar, og sunnudagin 16 aug eftir seinasta umfar, verður bjóðað ábit.

Møguligir spurningar kunnu stílast Finnbjørn Vang tel. 221422 ella við teldubrævi til snarbjorn@hotmail.com

Vinningar

Landsliðsbólkurin:
Nr. 1 – 6.000 kr.
Nr. 2 – 3.000 kr.
Nr. 3 – 2.000 kr.

  1. bólkur:Nr. 1 – 2.000 kr.
    Nr. 2 – 1.500 kr.
    Nr. 3 – 1.000 kr.

Almenni bólkurin:Nr. 1 – 1.500 kr.
Nr. 2 – 1.000 kr.
Nr. 3 – 500 kr.

Unglingabólkurin:

Nr. 1 – 1.500 kr.
Nr. 2 – 1.000 kr.
Nr. 3 – 500 kr.

Steyp verða latin til nr. 1 í øllum bólkum, og harumframt verða heiðursmerki latin til nr 1, 2 og 3 í hvørjum bólki.

Vakurleikasteyp verður latið fyri vakrasta talvið.

Í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum verður umdystur leiktur, um tað stendur á jøvnum um 1. pláss. Umdysturin verður telvaður beint eftir síðsta umfar eftir nærri ásettum reglum.

Í øllum øðrum førum verður korrektión brúkt, tá ið tað stendur á jøvnum.

Føroyameistarin vinnur rættin til at verða við á OL liðnum, umframt at luttaka vegna Føroyar í Small Nations fyri einstaklingar.

Corona-smittan

Fyriskipararnir taka øll neyðug fyrilit og fylgja tilmælunum frá heilsumynduleikunum. Fylgt verður við gongdini og møguligar broytingar viðv. kappingi kunnu fyrikoma.

Við talvkvøðu

Runavíkar Talvfelag og Talvsamband Føroya