Innan smásølu er umsetningurin av matvørum vaksin mest

vinna26-03-2020 - 09:19 - Jóanis Nielsen

 Hagstovan skrivar:

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri 4. ársfjórðing 2019. Tølini eru býtt í vørubólkarnar matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð. Samanborið við somu tøl fyri 4. ársfjórðing 2018, er umsetningurin fyri matvørur og klæðir vaksin við ávikavist 6,5 og 4,1 prosentum, meðan sølan av húsbúnaði er minkað við 5 prosentum.

Trendurin í umsetninginum fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur vísir, at umsetningurin fyri henda vørubólkin var 6,5 prosent hægri í 4. ársfjórðingi 2019 í mun til 4. ársfjórðing 2018.

"

Fyri klædnavørur og fótbúnað vaks trendurin fyri umsetningin 4,1 prosent frá 4. ársfjórðingi 2018 til 4. ársfjórðing 2019. Eftir støðugan miðalprís seinastu 10 árini, er miðalprísurin seinasta árið øktur nakað, og verður hædd tikin fyri hesum prísvøkstri, er tekin um, at nærum somu mongdir eru seldar av klæðum og fótbúnaði í nevndu ársfjórðingum.

"

Fyri vørubólkin húsbúnaður og húsarhaldsútgerð vísir trendurin fyri umsetningin eina minking á 5 prosent frá 4. ársfjórðingi 2018 til 4. ársfjórðing 2019.

"

Dagførdu tølini fyri smásøluna eru at finna í hagtalsgrunninum.