Ingrid: - Børnini í Thurø skulu eisini hoyra um Gud

mentan08-02-2018 - 17:09 - Jóanis Nielsen

Folkakirkjan:

SUNNUDAGSSKÚLI:- Eg eri nú byrjað við hesum sunnudagsskúlanum annanhvønn sunnudag. Men eg ynski, at sunnudagsskúli kann verða hvønn einasta sunnudag her í kirkjuni.

Tað sigur 39 ára gamla Ingrid Hayfield Eysturdal úr Havn, men sum nú býr á Thurø. Fyri sjey árum síðani flutti hon við manni og børnum til hesa donsku oynna á sunnari síðu á Fyn, higar fast samband er teirra millum.

Ingrid starvast sum námsfrøðingur, og brúkar ein part av frítíð síðani í kirkjuráðnum í Thurø. Og tað var í hesum sambandi, at ynski hennara um ein sunnudagsskúla kom fram.

- Eg gekk í sunnudagsskúla, tá eg var barn, og havi hoyrt um Gud heilt frá tí at var lítil. Tað hevur givið mær ein grundvøll, sum eingin kann taka frá mær.

- Sum vaksin havi eg ofta upplivað, hvussu gott tað var at eg varð leidd í sunnudagsskúla, har eg havi fingið mína barnatrúgv, greiðir Ingrid frá.

Í hennara barmi spratt fram ein ynski um at geva hetta víðari til børnini í kirkjuni á Thurø, og tí byrja ein sunnudagsskúla undir kirkjugongdini annanhvønn sunnudag.

Soleiðis gekk tað til, at tey kundu byrja sunnudagsskúlan 14. januar í ár. Henda fyrsta dagin møttu fimm børn.

- Fjúrtan dagar seinni vóru vit sjey í tali, sigur Ingrid við einum brosi.

GÓÐAR SØGURTað krevur sítt at hava regluliga sunnudagsskúla, og tað veit Ingrid eisini. Tí hevur hon tikið avgerð um, at hava henda sunnudagsskúlan annanhvønn sunnudag í konfirmantastovuni í Thurø kirke.

Skipanin er soleiðis, at børnini møta saman við foreldrum sínum til ta vanligu gudstænastuna, sum byrjar klokkan 10.

Børnini luttaka her við fyrra part av gudstænastuni, saman við foreldrum sínum. Meðan sálmurin fyri prædikuna verður sungin, fer Ingrid saman við teimum yvir í konfirmantastovuna, har tey syngja saman og hoyra dagsins tekst.

- Eg havi eisini gjørt tað so, at børnini tekna og hoyra nakrar góðar søgur, sigur Ingrid.
Tá gudstænastan er liðug koma foreldrini eftir børnunum í konfirmantastovuni. Og so møtast tey aftur 14 dagar seinni.

HVØNN SUNNUDAG
Sjálv er Ingrid Hayfield Eysturdal ikki í iva um orsøkina til at hon byrjaði sunnudagsskúla á Thurø í kirkjutíð.

- Her var ein tørvur á hesum, tí í veruleikanum er einki andaligt tilboð til børnini her, greiðir hon frá. Thurø kirke skipar fyri barnagudstænastum nakrar ferðir um árið, men annars er einki.

- Tá eg kom í kirkjuráðið, setti eg mær fyri at byrja ein sunnudagsskúla her. Og nú er so byrjan komin á.

- Í løtuni eri eg einsamøll um arbeiðið, men mín vón er, at sunnudagsskúlin í kirkjuni er komin fyri at vera, sigur Ingrid.

Og hon leggur aftrat:

- Eg vóni eisini, at sunnudagsskúli kann verða hvønn einasta sunnudag her.

Orð & mynd: Snorri Brend