Ingolf S. Olsen eigur at umhugsa sína støðu

politikkur28-03-2017 - 17:25 - Jóanis Nielsen

Hóast vit í nevndini í Føroya Fiskimannafelag eru púra samdir í, at nýskipanaruppskotið sum fyriliggur, kemur at hava vanlukkuligar avleiðingar fyri limir okkara,so tykist ikki semja verða um at vit hava ein trupulleika av, at ein av Tjóðveldisumboðunum í Løgtinginum, framsøgumaðurin í fiskivinnumálum, Ingolf S. Olsen, er skrivari í Føroya Fiskimannafelag.


Sjálvur haldi eg at trupulleikin er somikið stórur, At fyrr enn viðgerðin av Fiskivinnunýskipanaruppskotinum er av, átti Ingolf S. Olsen at umhugsa sína støðu. Antin politiskt, ella sum skrivari í Føroya Fiskimannafelag.

Vinarligast

Mortan Berjastein.

Nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag