Ingolf: Hjartaliga til lukku Vágar

Politikkur15-08-2018 - 08:28 - Jóanis Albert Nielsen
Hjartaliga til lukku Vágar. Saman við nýtillutaðu menningarkvotuni, skipinum, sum skal fiska hana, og framfýsnu ætlanunum við gamla Snarfrost í Miðvági verður nú grundarlag fyri øktum og fjøltáttaðum fiskivinnuvirksemi í oynni, og fleiri varandi arbeiðspláss verða skapt. Tað grør um gangandi fót. Tað besta við menningarkvotuni er, at hon hevur kjølfesti í bæði Sørvágs Kommunu og Vága Kommunu, og harvið mennir og lyftir hon alla oynna, skrivar tingmaðurin úr Vágum fyri Tjóðveldi Ingolf S. Olsen á Facebook.